Badmintonskúlin 2010
Friday, June 18, 2010 10:40:42 PM
BSF skipar aftur í ár fyri badmintonskúla fyri børn (aldursbólkur 7 - 14 ár). Skúlin verður í døgunum 28. juni til 2. juli 2010 í Ítróttarhøllini á Hálsi í Tórshavn. Skúlin er fyri børn úr øllum Føroyum. Pláss er fyri uml. 80 børnum hesa vikuna - børnini verða býtt sundur í eitt fyrraparts- og eitt seinnapartslið, soleiðis at hvør luttakari fær "undirvísing" í 5 hálvar dagar.
Tilmeldingin er opin fram til og við mikudagin 23 juni. 2010 og fer fram við at senda ein teldupost til havnarbadmintonfelag@gmail.com (upplýs navn, føðingardag, t-post, tlf. nr. og vand/nýbyrjari). Kostnaðurin fyri skúlan er 350,- kr. Sí annars meira um skúlan her.
Hetta er 4. árið á rað at skipa verður fyri Badmintonskúlanum og hvørt ár hevur okkara høvuðsstuðul Tryggingarfelagið Føroyar stuðla tiltakinum. Vit vilja nýta høvi at takka teimum fyri gott samstarv.


BSF hevur eisini ætlanir um at skipa fyri einum skúla í Klaksvík - meira kunning kemur um hetta seinni.
/BSF