BSF sett ein landsliðsvenjara afturat 

Thursday, January 4, 2018 8:48:53 PM

Badmintonsamband Føroya hevur í dag skrivað undir sáttmála við danan Sune Gavnholt.
Hann skal saman við Aritra Nandy standa á odda fyri lansliðsarbeiðinum fram til 31. december 2019.
Sune er 34 ára gamalur og býr í Århus saman við konuni og tveimum børnum. Hann er fulltíðar
badmintonvenjari í Ikast IF Badminton. Hann hevur sjálvur eisini nógvar royndir sum yrkisbadmintonleikari.
Hann hevur verið millum 10 teir bestu í Danmark og millum 100 teir bestu í verðini. Harafturat hevur hann
luttikið í eini ørgrynnu av altjóða kappingum.
Sune hevur verið danskur meistari 5 ferðir og evropeiskur meistari 4 ferðir sum ungdómsleikari.
Nevndin í Badmintonsambandi Føroya er sera spent upp á samstarvið við Sune Gavnholt.
"Vit hava arbeitt við hesari ætlanini í nakrar mánaðir, og eru vit sera fegin og spent at kunngera navnið á
nýggja landsliðsvenjaranum", sigur formaðurin í BSF Erik Engelbrecht Thomsen.