FM í liðkapping 2010 

Sunday, April 25, 2010 2:47:37 PM

Seinasta umfarið av FM í liðkapping fyri yngru deildirnar varð leikt norðuri á Eiði um vikuskiftið. Undan seinasta umfarinum vóru leikt 2 umfør - eitt í Havn og eitt á Giljanesi. Bæði hjá U13 og hjá U15/U17 var stórur spenningur undan seinasta umfarinum - hjá U13 stóð kappingin um 1. plássið millum VÍF og MBF, meðan heili trý lið høvdu møguleika at vinna hjá U15/U17, HBF2, HBF3 og KBF.

U13:

Eftir innleiðandi bólkaspæl var greitt at enn einaferð stóðu liðini úr Vestmanna og Vágunum yvirav hvørjum øðrum í finaluni. Eftir eina sera spennandi finalu - har m.a. eina settið endaði heili 30-29 - var greitt at fyri fyrstu ferð í ár dró MBF longra strái og vann dystin 3-2. Hetta merkti at bæði liðini vóru heilt jøvn í samlaðu støðuni. Reglarnar fyri liðkappingina siga, at í slíkum føri skal meistaraheitið avgerast við sonevndum "golden set" - hetta merkir at liðini uppá skift sleppa at frávelja eina kategori, soleiðis at tað at enda bert er tann eina kategoriin eftir - sum so verður nýtt at leika eitt seinasta og avgerðandi sett. Endin var at "golden settið" skuldi leikast í blandaðum tvímansleiki. Her løgdu miðvingarnir best út og vóru eitt skiftið á odda heili 13-9, men vestminningarnir góvu ikki skarvin yvir og ótu seg spakuliga inn á mótstøðuparið. Eftir nakrir sera spennandi bóltar endaði tað við at VÍF vann golden sett við 21-19 og kann tí kalla seg føroyameistarar fyri lið 2010. MBF mátti taka til takkar við silvurheiðursmerkinum, men kunnu veruliga vera stoltir av einum megnar avriki.

U15/U17:

Kappingin í hesum aldursbólkinum var eisini sera spennandi við fleiri jøvnum dystum. HBF hevur fleiri sterkar leikarar í hesum aldursbólkinum og lógu eisini við tveimum liðum millum tey fremstu undan umfarinum. Eisini Klaksvík hevur eitt sera gott lið her - m.a. við nýklakta føroyameistaranum Heðin Poulsen á liðnum - so tað var við spenningi, at fari var undir seinastu dystirnar. Tá av tárnaði stóð HBF2 ovast á sigursskamlinum meðan HBF3 fór avstað við silvurheiðursmerkjunum. KBF gjørdust akkurát ov stuttir og máttu taka til takkar við einum 3. plássi. Tað vóru tó teir smáa marginalirnir, ið avgjørdu fleiri av dystunum so tað var spenningur til tað seinasta.

BSF vil fegin ynskja øllum vinnarunum hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum og annars takka øllum liðunum fyri eina góða kapping. Hetta er fyrstu ferð, at eitt FM verður skipa fyri yngru deildirnar. Royndirnar í ár hava verið sera góðar og tað er líti at ivast í at liðkappingin er komin fyri at vera. Væntandi fara vit eisini at skipa fyri líknandi kappingum fyri vaksnu leikarnar.

Myndir frá tiltakinum:

Get Microsoft Silverlight

/BSF