Myndir frá badmintonskúlanum í Havn 

Thursday, July 08, 2010 11:05:37 PM

Árligi badmintonskúlin hjá BSF/HBF var í Ítróttarhøllini á Hálsi fyrstu vikuna í summarfríðtíðini hjá bókligu skúlunum. Í ár var skúlin fyri fyrstu ferð síðan byrjan fyri 4. árum síðani leiddur av okkara egnu venjarum. Marjun Niclassen og Bjørg Djurhuus, sum báðar hava drúgvar royndir við badminton og venjing av børnum, høvdu nevniliga í ár átikið sær at skipa fyri øllum skúlanum - bæði fyrireikingarnar uppundir skúlan og dagligu venjingina sjálva vikuna. Hetta loystu tær til UG og vit vilja fegin takka teimum fyri eitt megnararbeiðið hesar dagarnar!

Hóast skúlin í ár fyri fyrstu ferð ikki var fullteknaður - luttakaratalið var hesuferð 55 børn har pláss var til 80 - so eydnaðist hann sera væl og børnini hugnaðu sær óført. Umframt at geva børnunum frálæru í badminton, so kann skúlin nevniliga eisini bjóða nógv annað virksemi, har børnini fáa høvi at royna seg og stuttleika sær. Soleiðis vóru børnini úti til ymisk spøl hvønn dag - tey spældu Stratego í viðalundini, kappaðust í lagkøkustafett á Tórsbreyt o.a.m. Tveir av døgunum fekk skúlin vitjan av dugnaligum gestalærarum - landsliðsleikarnir Niclas Eysturoy og Magnus Gaard - sum góvu børnunum frálæru á høgum støði. Stuttligt at eygleiða hvussu tey kýttu seg...

Skúlin endaði fríggjadagin við eini kapping har øll børnini fingu høvi á royna seg í veriligum dysti. Samstundis sluppu tey eisini at royna seg í eini teknikapping har evnið var Badminton. Aftaná fingu tey lasagne og ein ís frá Fóm omaná. Niðanfyri felagsmynd við øllum luttakarunum í Badmintonskúla t-shirtum latnum av Tryggingarfelagnum Føroyar:

BSF/HBF ynskir at takka teimum, ið hava stuðla tiltakinum:

  • Tryggingarfelagið Føroyar fyri t-shirts til allar lærarar og børn
  • Tórshavnar býráð fyri stuðul og vælvild
  • Keypsamtøkuni fyri frukt til luttakarnar alla vikuna
  • Fóm ís fyri ís til børnini

...og so sjálvandi øllum venjarum og øðrum sum hava hjálpt til hesa vikuna!

Fleiri myndir frá vikuni eru her:

Get Microsoft Silverlight

BSF & HBF