Frá 17 juli til 23 juli skipaði Badminton Europe fyri venjingarlegu fyri serliga gávuríkar U17 spælarar úr limalondunum hjá badminton Europe.
Mynd av øllum luttakarum á leguni.
Úr Føroyum luttóku Heðin Poulsen úr KBF og Rannvá Carlssen úr HBF. Venjingarlegan var samstundis eitt Badminton Europe level 1 venjaraskeið. Undirritaði luttók á Venjaraskeiðnum. Føroysku spælararnir vóru ímillum yngstu spælarirnir á venjingarleguni.
Legan byrjaði við einari kapping í einmansleiki. hetta var mest fyri at venjarar kundu fáa høvi at síggja spælarar, og leggja leguna til rættis eftir støðinum hjá ymsu spælarunum. Hóast sín unga aldur, kláraði Rannvá seg heilt væl í kappingini. Hon kom víðari úr sínum bólki, og vann fyrsta dystin aftaná bólkaspælið. Í næsta dystinum møtti hon sera sterku Maria Vijande úr Spania og tapti við siffrunum 9-11 og 9-11 (sí úrslitini her)

Rannvá fær góð ráð...
Heðin hevði tað trupult. hann var yngsti spælari og hevði ikki nógvar møguleikar at gera seg galdandi í kappingini.

Heðin og Rannvá millum nakrar av hinum leikarnum...
Bæði Heðin og Rannvá vóru fyrimyndarliga íðin á venjingarleguni. Heðin kom í bólk saman við spælarum á hansara støði, og hann kláraði seg sera væl í øllum vernjingunum. Serliga var tað Írski venjarin Daniel Magee, ið hevði eina góða analysu av Heðin. Heðin hevur fleiri góð sløg, men sum heild er rørslan runt á vøllinum ov stirvin, og hann skal longur niðu at arbeiða í verjustøðu. Í bólkinum hjá Rannvu var fyrvverandi heimsklassaspælari úr Malaysia Kenn Lim fyrsti venjari. Rannvá fekk at vita at hon hevur fín yvirhondssløg á bakvøllinum. Beinarbeiði er sum heild gott, men í verjustøðu er hon ov løtt at fanga á skeivum beini. Hon skal arbeiða við skjótleika og koordinatión frá spælimiðu og fram ímóti netinum. Hon skal venja seg við at koma ógvuliga skjótt á netið, og so heldur halda slagnum eitt sindur so hon ikki slær áðrenn hon er lend og úti av balansu.

Tað ræður um at hava eygu og oyru opin..
Ógvuliga harðar fysiskar venjingar vóru í tveimum førum. Her kláraðu okkara spælarir seg hampuliga væl. Rannvá gjøgnumførdi allar venjingarnar. Og tað skal sigast at nógvir spælarir vóru ov illa fyri til tess at gjøgnum føra venjingarnar. Heðin var eisini ógvuliga raskur og hevði ein jarnvilja, hóast tað var týðiligt at eygleiða at hann hevði tað sera hart. Tað er sera stórur munur á hvussu góðari fysiskari venjing splælarirnir úr ymsu londunum eru í. Spælarirnir úr Bulgaria vóru serstakliga væl fyri, og kláraðu seg eisini sera væl í kappingini, hóast teirra teknikkur ikki var framúr. Teir høvdu als ongar trupulleikar av hørðu venjingini, og tá ið teir vórðu spurdir hvussu teir vandu heima, søgdu teir, at hetta var lítið í mun til tað teir vóru vanir við.
Sum heild ein ein sera gevandi venjingarlega fyri Rannvu og Heðin. Serkøn fólk hava eygleytt Rannvu og Heðin, og teirra analysur eru eitt gott støði at leggja teirra venjing til rættis eftir. Tekniska partinum av leguni lærdi undirritaði nógv av.
Vinarliga Magnus Gaard