Vælkomin til Badmintonskúlan (enn eru pláss eftir!)
Saturday, June 26, 2010 10:42:39 PM
Badmintonskúlin verður frá mánadegi 28. juni til og við fríggjadag 2.
juli. Skúlin er fyri børn í aldrinum 7 til 14 ár. Dentur verður lagdur
á at hava tað stuttligt, samstundis sum børnini læra og spæla nógv
badminton. Aftur í ár verður spælt í ítróttarhøllini á Hálsi.
Hvør dagur verður býttur upp í innan- og uttandura spæl. Liðini verða
býtt upp í vand og nýbyrjarar.
Børnini koma at venja antin fyrrapart ella seinnapart mánadag til og
við hósdag. Morgunliðið venur frá klokkan 8.30 til 11.30, og
seinnapartsliðið frá klokkan 12 til 15. Fríggjadagin 2. juli endar
skúlin við einum hugnadegi har børnini fáa okkurt til matna og sleppa
at royna seg í dysti.
Mikudagin verður ein felagsmynd tikin tá fáa øll børn eina t-shirt í part.
Á yvirlitunum niðanfyri sæst hvør skal møta fyrrapart og hvør skal møta seinnapart:
Kostnaðurin er kr.
350,- Vinaliga havið reiðan pening við mánadagin.
Hevur tú onkur vinfólk, sum kundi hugsað sær at luttikið, so eru enn
pláss eftir. Hesi kunnu senda ein t-post til
havnarbadmintonfelag@gmail.com ella ringja til Marjun á tlf. 224086
/BSF