Varberg ferð 

Monday, May 03, 2010 6:48:18 PM

BSF hevur um vikuskiftið luttikið í eini stórari altjóða ungdómskapping í svenska býnum Varberg - nevnd "Yonex International". Ferðin er liður í fyrireikingunum at fáa gongd á skipa landsliðsarbeiðið fyri okkara ungdóm - har fyrsti varðin er luttøka í EM fyri U17-lið í 2011. Á ferðini úr Føroyum luttóku 8 U15 leikarar og 4 U13 leikarar umboðandi flestu feløgini kring landið. Harumframt luttók Nikolaj Gunnarstein - sum býr í Danmark og leikar badminton á høgum støði fyri danska felagið Middelfart Badmintonklub - eisini á ferðini. Nikolaj hevur mammu úr Føroyum og vil fegin umboða Føroyar í altjóða kappingum.

Mynd av leikarunum í eini park á Islands Brygge á veg heimaftur (Nikolaj væntar á myndini).

Yonex International er ein sera sterk kapping har nógvir av fremstu badmintonleikarunum í Evropa luttaka. Í ár vóru leikarar frá Svøríki, Danmark, Norra, Írland, Fraklandi, Finlandi og Føroyum við í kappingini. Hóast vit ikki komu heim við heiðursmerkjum, so var hetta ein sera lærurík ferð har okkara leikarar veruliga sóu hvat skal til, fyri at standa seg millum tey fremstu. Í einmansleiki var kappingin skipað í innleiðandi bólkar við 4 leikarum í hvørjum bólki - har tveir teir fremstu so fóru víðari í kappingini. Bæði hjá U13 og U15 vóru fleiri spennandi dystir har okkara leikarar vunnu einstøk sett og fingu nógv stig í øðrum, men tað tóktist trupult at fáa sigrar í hús. Ein leikari skaraði tó framúr og tað var - kanska ikki heilt óvænta - nýklakti føroyameistarin hjá kvinnum bert 14 ára gamla Rannvá Djurhuus Carlsson. Hon fekk í roynd og veru sítt altjóða gjøgnumbrot í hesi kapping. Fyrst vann hon sín innleiðandi bólk klárt - við tveimum greiðum 2-0 sigrum ímóti eini gentu úr Írlandi ávíkavist eini úr Svøríki og at enda einum meira tøttum 2-1 sigri ímóti eini gentu úr Svøríki, ið frammanundan var styrkismett sum nr. 11 í kappingini. Síðan skuldi hon møta enn eini gentu úr Svøríki - eisini henda var styrkismett frammanundan, her sum nr. 10. Dysturin gjørdist rættiliga tættur, men Rannvá vann hann 2-0. Nú hevði hon leikt seg millum 16 tær seinastu í kappingini og stóð til at møta verandi franska meistaranum í U15 Anne Tran, sum var styrkismett sum nr. 4 í kappingini. Her legði Rannvá út sum eitt óløgi og vann 1. sett klárt 21-13. Franska gentan hevði fingið ein ordans hvøkk, men hon megnaði at kempa seg inn aftur í dystin og tá avtornaði vann franska gentan bæði tey seinastu settini 21-18 og vann seg sostatt víðari í kvartfinaluna. Her bíðaði næstbesta gentan úr Frankaríki - so tað gjørdi tað ikki minni spell, at Rannvá júst gjørdist ov stutt móti Anne Tran - hevði hon vunnið hendan dystin vóru góð útlit til at hon kundi fari allan vegin til semifinaluna. Men hóast alt ein sera góð innsats frá Rannvu - tað verður spennandi at fylgja henni komandi árini...

Í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki var bert leikt cup. Í tvímansleiki hjá U15 dreingjum fingu vit tvey pør víðari úr fyrsta umfari - tað var sera gleðiligt. Arnold Kristiansen og Poul Magnus Petersen úr ÍF vunnu sín fyrsta dyst í einum tøttum 3-settara, meðan Nikolaj Gunnarstein úr MBK og Páll Eysturoy úr HBF vunnu rímiliga greitt sín fyrsta dyst. Tíanverri gjørdust bæði pørini ov stutt í øðrum umfari og rúku tískil úr kappingini. Øll hini pørini í tvímansleiki taptu fyrsta dyst - tó vóru fleiri tættir dystir.

Í blandaðum tvímansleiki vóru tað bert Rannvá og Nikolaj sum vunnu í fyrsta umfarinum. Næsta dyst møttu tey einum pari úr Írlandi sum tey máttu lúta fyri í triða setti eftir ein tættan dyst. Hetta var fyrstu ferð tey bæði leiktu saman - um tey bæði fáa høvi at venja og leika fleiri dystir saman kunnu vit her fáa eitt rættilig spennandi par í blandaðum tvímansleiki.

Myndir frá túrinum:

Get Microsoft Silverlight

Samanumtikið ein góður og læruríkur túrur - við stórum glottum - men samstundis eisini ein staðfesting av, at tað skal arbeiðast hart og miðvíst um vit skulu gera okkum vónir um eitt gott úrslit til EM í 2011. Og tað er ongantíð ov skjótt at byrja at smoyggja ermarnar upp...