Venjingarlega í Eysturríki
Thursday, May 06, 2010 11:58:12 PM
Badminton Europe hevur á hvørjum ári eina summarlegu fyri fremstu ungdómsleikarar hjá limalondunum saman við venjarum teirra. BE gevur limalondunum peningaligan stuðul at taka lut í hesum legum. Hvørt limaland kann so peika á leikarar og venjarar, ið tey meta lúka krøvini - støðið er nevniliga sera høgt, so tað hevur týdning, at luttakarnir taka sítt badmintonvirksemi í álvara - at umboða limalandið. Í ár hava tveir leikarar og ein venjari úr Føroyum fingið pláss á leguni. Talan er um:
-
Magnus Gaard, venjari
-
Rannvá Djurhuus Carlsson, leikari
-
Heðin Poulsen, leikari
BSF er sera fegin, at hesi fáa høvi at taka lut og vónandi fáa tey eina góða og læruríka viku i Eysturríki - teimum og føroyskum badminton at frama. Summarlegan hjá BE er ein afturvendandi lega, ið er ætla U15/U17 leikarum og venjarum teirra. BSF ynskir gera hetta til eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári - at senda evnaríkar og ídnar leikarar saman við venjarum teirra á summarleguna hjá Badminton Europe. Umframt at fáa ítøkiliga venjing og vitan um venjingarhættir er hetta eisini eitt høvi at knýta vinarbond og samband við badmintonleikarar og venjarar kring alt Evropa.
Legan verður í Eysturríska býnum Pressbaum í døgunum 17. til 24 juli 2010.
/BSF