Virksemi komandi kappingarár... 

Wednesday, September 15, 2010 10:01:13 AM

Virksemisskráin fyri 2010-2011 er nú klár undir valmynd "Kappingar" (sí eisini her).

Viðvíkjandi kappingum so eru rættiliga umfatandi broytingar gjørdar í mun til undanfarin ár. Í stuttum kann sigast at kappingarárið er skipa við trimum høvuðskappingum:

  • Grand Prix
  • Liðkapping
  • FM

Grand Prix kappingin verður nú skipa sum 5 sjálvstøðugar kappingar har hvørt einstakt av limafeløgunum í BSF er vertur. Leikt verður í aldursbólkunum U11, U13 (vanligvís leygardag) og U15, U17, U19 og vaksin (vanligvís sunnudag). Hvør aldursbólkur verður aftur býttur upp í rekkir eftir styrki (býtt verður ikki sundur eftir kyn). Útkast til reglugerð finnst her (bert galdandi fyri U11-U19).
Heiðursmerkir verða latin til 1, 2 og 3 í hvørjari rekkju - t.v.s. at hvørt einstakt umfar kann fatast sum ein liðug kapping har øll hava møguleika at gera seg galdandi á viðkomandi støði.

Liðkappingin verður somuleiðis skipa í 5 umførum har feløgini verða vertur fyri hvør sínum umfari. Liðkappingin verður skipa í aldursbólkarnar U13 (fødd 98 ella seinni), U17 (fødd 94 ella seinni) og vaksin. Hjá U13 og U17 skulu liðini minnst hava 2 dreingir og 2 gentir meðan minsta krav hjá teimum vaksnu er 2 menn og 1 kvinna. Nærri kunning um hetta seinni.

FM verður skipa eftir sama leisti sum undanfarin ár. Tó er vert at leggja til merkis at FM hjá teimum vaksnu eftir skránni ikki verður fyrr enn 14 mai 2011. Orsøkin er at Høllin á Hálsi ikki er tøk fyrr enn tá.

/BSF